Klaksvík, fyri familjuna ein áhugaverdur, fjølbroyttur og spennandi býur

Tað verður av mongum sagt, at tað ikki er nóg áhugavert at seta búgv í Klaksvík, men eg ynski í stuttum, at vísa á ymiskt, sum er gjørt seinastu árini, fyri at tað skal verða áhugavert og spennandi at búleikast her.

Umstøður og tilboð eru ein av týdningarmiklastu fyritreytum, um vit skulu hugsa um at trívast á einum plássið, eisini tá ætlanin er at flyta bústa. “Klaksvík er ein tryggjandi staður” og her eru umstøður skaptar, so pláss er fyri øllum aldursbólkum, tí er tað ein fyrimunur, at búsetast í Klaksvík, í mun til onnur støð, um enn tey eru góð.

Hvørjar eru so hesar góðu umstøður, sipað verður til.
Jú, skalt tú flyta til eitt stað, er neyðugt at hava hús ella íbúð at búleikast í og í hesum føri, er onki til hindurs fyri, at tú kanst keypa tær eit grundøkið frá Klaksvíkar kommunu, har hevur tú møguleikan at keypa tær eitt sethúsagrundøkið fyri sámuligan prís.
Er tørvur á barnaansingarplássið, eru eisini teir karmarnirí løtuni nøktaðir, so møgurleiki er at fáa børnini á stovn, um hetta er neyðugt. Seinasta frambrot innan hetta økið, var í 2006 tá nýggji ansingarstovnurin “Margit” sum rúmar yvir 60 børnum bleiv tikin í nýtslu. Í sama húsið, er eisini sernámsráðgevingin til børn við serligum tørvið.
Bygdur er nýggjur Skúli við Ósánna, við nýmótans útgerð, sum gera tað møguligt hjá lærarum, at geva eitt skúlatilboð á enn hægri støði, og tá Skúlin við Ósánna er liðugt útbygdur, verður, um politiskur vilji er til tess, farið undir at nýmótansgera, um-og útbyggja Skúlan á Ziskarøð, so hann ikki verður eftirbátur við at hava nøktandi karmar.

Frítíðartilboð uttan mørk.
Tað eru á fáum plássum í Føroyum, sum í Klaksvík, at so nógv og so fjølbroytt frítíðarvirksemið er, ja, tilboðini eru so mong, at eg megni ikki at nevna øll, men læt meg tríva í nøkur.
Vit hava eina svimjihøll, við t.d. baðilandið, heilsuklyva og mongum øðrum, sum hava gjørt tað, at høllin ongantíð hevur verið so væl vitja av øllum aldursbólkum, har øll fáa eina uppliving, sum tey ikki fáa aðrastaðni í landinum, og tað er við hesum prógva, at stóra íløgan, sum undafarna býráð gjørdi í svimjihøllina var skilagóð.
Bert spell, at samgongan í Býráðnum hevur valt, at taka allar meirinntøkur, sum koma av vaksandi brúkarum, til onnur endamál í býðnum, sum onki hava við svimjihøllina at gera, heldur enn at fingið enn fleiri batar, sum vænta í samband við høllina. Tað er ikki hugaligt hjá einum leiðara, sum ger eitt megnar arbeiði fyri at økja um inntøkurnar, tá allar hesar verða tiknar frá honum. Vónandi fer hetta ikki at endurtaka seg, annars tekur tú allan hugin frá arbeiðsfólkunum.
Vit hava tvær Ítróttarhallir og tvær fimleikahallir, har eitt áhaldandi virksemið er, bæði til gamans og álvara, vit hava havt eitt ungdómshús tey seinastu árini, sum hevur virka væl, og sum tey ungu eru sera glað fyri, harafturat hava vit væl útgjørdu venjingarhølini til sang-og tónleikarar í Dávavirkinum, og har eru sprotnir bæði sangarar og tónleikarar, sum t.d. hava verið á palli á m.a. Summarfestivalinum, við hugtakandi framførðslum, og harvið víst á, hvussu neyðugt tað er, at umstøður at mennast eru í lagi.
Felagshúsið hjá telvarunum í Klaksvík, er ein liður í at menna tey, sum hava áhuga og evnir til tess, og tað er at frøðast yvir, at eisini kvinnirnar gera seg galdandi, her hugsi eg serliga um Herborg Hansen, sum í hesum døgum hevur sett seg í respekt í Íslandi við frálíkum úrslitum.
Kappróðrarumstøðurnar í Klaksvík og Árnafirði eru ikki til hindurs fyri at røkka góðum úrslitum, í ár var tað serliga Páll Fangi, sum vit eru sera stolt av. Vónandi fáa vit enn betur úrslit komandi ár. Jú, í Klaksvík er nóg mikið til øll.
Harafturat hava vit eina ørgrynnu av fólkum í Klaksvík, sum eru før fyri og hava viljan, at fyrireika ymisk áhugaverd tiltøk, sum er við til at savna okkum og tey eiga stóra tøkk fyri at leggja afturat innihaldinum í Klaksvík,
Eg kundi nevnt eina rúgvu afturat, so sum allar kristiligu samkomur, sum gera eitt megnar arbeiði bæði fyri børn og vaksin.
Latið okkum halda fram at byggja henda bý, so her legst afturat, og øll, líka mikið hvørji og hvussu vit eru, kunnu siga, “Tað er veldugt í Klaksvík”