- Hvussu verður ungdómslívið ávirkað av rúsevnum, ítrótti og sambandinum við foreldur og vinir?
Hetta eru nakrir av spurningunum í ungdómsgransking, sum íslendingar hava framt síðan 1992, og sum í 2012 er borið saman við støðuna í Føroyum.
Úrslitini eru rættiliga áhugaverd.
- Sum ein liður í arbeiðnum at orða ein ungdómspolitikk hevur sosiala nevndin í Klaksvíkar býráði samtykt at skipa fyri framløgu av nevndu granskingarúrslitum.
Hetta verður á kunningarfundi í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 5. apríl 2013 klokkan 19.
Leiðarin av Húsinum, Jógvan Andrias Joensen, hevur sett seg í samband við trivnaðardeildina um áhugaverda gransking innan ungdómslív, eitt nú ávirkanina av rúsevnum, ítrótti og sambandi við foreldur/vinir.
Tað er føroyingurin Firous Gaini, sum saman við íslendinginum Jón Sigfússon hevur staðið fyri granskingini.
Ísland hevur granskað innan hetta økið síðan 1992, og á vári 2012 var fyrsta føroyska granskingin innan hetta sama økið løgd fram.
- Ísland hevur lagt seg eftir at taka politiskar avgerðir, grundaðar á gransking, sigur trivnaðardeildin hjá Klaksvíkar kommunu.
Lagt verður aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin í Skúlan við Ósánna til almenna kunningarfundin um gransking av ungdómslívi í Íslandi samanborið við Føroyar.