Klaksvík í fokus

Var eitt tiltak, ið veruliga gav okkum nakað at hugsa um, hvat framtíðin hjá Klaksvík og Norðoyggjum viðvíkur. Niðurstøðan var, at tað er innan fiskivinnuna, ið vit skulu menna okkum frameftir. Men innan eina broytta fiskivinnu, ið eigur at seta fokus á Klaksvík sum ein matvøruframleiðara. Almennar eins væl og privatar útbyggingar og íløgur eiga at savna seg um hetta fokus

Ikki alt til øll
Fyri fleiri árum síðan, tá ið tað sá út sum um oljuvinnan fór at taka seg upp, valdi Klaksvíkin at satsa á fiskivinnuna. Tað ið væntar nú, er ein miðvísur politiskur innsatsur, frá almennari síðu, har vit taka avgerðina og leggja okkum eftir at menna Klaksvík sum eitt fiskivinnu og matvøruframleiðandi øki. Henda avgerð krevur, at vit poltiskt avgera, at tað, ið hoyrir fiskivinnumenning og matvøruframleiðslu til, skal vera í Klaksvík. Henda avgerðin inniber, at vit ikki spjaða stovnar v. m., ið hoyra við til at menna fiskivinnuna og matvøruframleiðsluna, ymsastaðni í landinum, men veruliga satsa upp á Klaksvíkina. Taka vit ikki eina greiða støðu hesum viðvíkjandi verður úrslitið, at virksemi verður spjatt, eitt sindur her og eitt sindur har við tí úrsliti, at ongin fær nakað verðuligt burturúr.

Ikki av tilvild
Í Klaksvík hava vit Sjómansskúla, Tekniska Skúla, Húsarhaldsskúla, HF og Trygdarmiðstøðina. Allir hesir skúlar eru staðsettir her, tí tað lokala initiativið var drívmegin. Tað er ikki av tilvild, at tað júst vóru hesir skúlar, ið norðoyingar stríddust fyri. Allir hava nakað við fiskivinnuna og at menna teir førleikar, ið arbeiðsmegin í hesum økinum hevði fyri neyðini at gera.
Tey bæði gymnasialu beinini HF og HT eru eisini ein týdningarmikil partur í hesi framtíðarmenning. HF hevur til endamáls at útbúgva tilkomin, ið hava verið eina tíð á arbeiðsmarknaðinum, so tey kunnu fáa ein hægri almennan førleika, ið ger tey før fyri at taka miðallangar og hægri útbúgvingar . Ongastaðni í Føroyum hevur HF virkað so væl, samsvarandi sínum endamáli, sum í Klaksvík. HT útbúgvingin, er tann útbúgving, ið leggur dent á tøkniligan førleika í orðsins breiðasta týdningi. Tøkniligar førleikar innan, el, maskin, timbur, miðlar og matvøru. HT leggir seg sostatt eftir at menna førleikar almennar eins og tøkniligar, ið skulu geva økinum møguleika at fáa hægri útbúgvin fólk innan júst tey tøkniøkir, ið skulu vera við til at menna okkum víðari á leiðini.

Maritimur depil
Eri púra samd við landstýriskvinnuni í mentamálum, tá ið hon í framsøgurøðu síni í samband við fíggjarlógina segði: ”Eg meti sjálv, at tað hevði verið skilagott, at ein maritimur depil var staðsettur í Klaksvík... Finna vit semju um bygnaðin og at menna maritima útbúgvingarvirksemi í Klaksvík, so er játtan sett av til at fara undir at gera eina byggiskrá og til projektering”.
Eri vís í, at landsstýriskvinnan fær undirtøku fyri hesum hugsannum. Men vil mæla henni til at finna hesa semju eisini við atliti til framtíðina hjá Klaksvík sum matvøruframleiðara. Hetta krevur, at hugsað verður breiðari enn maritimt, sum vit vanliga fata tað, nevniliga bert tær útbúgvingar, ið Vinnuháskúlin og Sjómansskúlin hava í dag. Vit eiga at hugsa tað maritima, eisini sum eina menning av rávøruni. Tí eiga bæði útbúgvingar og gransking innan hetta øki at vera ein natúrligur partur av maritima umhvørvinum í Klaksvík.

Norðoya skúladepil ein fjølbroyttur og sterkur depil
Halda vit okkum til veruleikan nú og her, so er norðoyaøkið undir trýsti, bæði tá ið tað snýr seg um framleiðslu, almenn arbeiðspláss og útbúgvingarmøguleikar. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at ein stórur Skúladepil í Marknagili fer at seta útbúgvingarnar úti um landið undir trýst um ikki rætt verður atborið. Tí eiga hesar útbúgvingar at verða savnaðar í sterkar deplar við somu fortreytum, sum Skúladepilin í Marknagili. Fortreytir, ið eg hugsi um, eru felags leiðsla, samlestur, gagnnýtsla av lærarakreftum og eitt spennandi skúlaumhvørvi til næmingarnar.
Fyri Norðoyggjar eigur hetta at merkja, at allir skúlar aftan á miðnám verða savnaðir í ein depil. Okkara vørumerki verður tað maritima og tað almenna/tøkniliga. At hava ein so fjøltáttaðan depil er ein fortreyt, havandi í huga, at Klaksvík er næst størsti býurin í landinum, og tí at vit satsa upp á at menna okkum sum fiskivinnuhøvuðstaður við denti á menning av matvøruframleiðslu.