Klaksvík: Átta ár eftir at øll starvsfólkini á sosialu deild vóru send til hús, hevur Klaksvíkar kommuna nú skipað sosialu deild av nýggjum.
- Hevði eg havt ta vitan, sum eg havi í dag, hevði eg neyvan verið við til at stong sosialu deild í 1993, segði formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði, Jógvan Lutzen, tá móttøka var í nýggju skrivstovuhølunum mánadagin.
Tá var mitt í kreppuárunum, at Klaksvíkar kommunu varð noytt at minka um umsitingina, tí inntøkurnar minkaðu so nógv. Og millum fólkini, sum vórðu koyrd, vóru fólk á mentanardeildini og sosialu deild.
- Samfelagið broytist alsamt, og nú landsmyndugleikarnir lata kommunurnar yvirtaka fleiri øki, mugu vit gera okkum út til at taka ímóti hesum, segði Jógvan við Keldu, borgarstjórin í Klaksvík, tá almenna móttøkan hjá sosialu deild var fyrradagin.
Øvugt at lata aftur
Formaðurin í sosialu deild, sum saman við borgarstjóranum helt røðu á móttøkuni, vísti á, tað var óheppið at steingja sosialu deild í 1993.
- Eg eri greiður yvir, at býráðið varð noytt at minka um umsitingina, men tað kann tykist eitt sindur øvugt at lata sosialu deild aftur, júst tá neyðin leikaði harðast á, segði Jógvan Lutzen.
- Samfelagið krevur, at vit hava eina gíða sosiala deild, men landsmyndugleikarnir skulu gera sær greitt, at saman við uppgávunum, sum teir leggja á kommunurnar, skulu pengar eisini fylgja við, segði hann.
Hetta sjónarmiðið hevði Jógvan við Keldu eisini á lofti undir sínari røðu.
- Landið leggur uppgávur yvir á kommunurnar, uttan at pengar fylgja við, og tað er ikki rætt. Pengar mugu fylgja við, segði borgarstjórin í Klaksvík.
Tæna teimum veikaru
Seks fólk starvast á nýggju sosialu deildini hjá Klaksvíkar kommunu, sum skal halda til í ovastu hædd í býráðshúsunum.
Jancy Biskopstø Klein er leiðari av deildini, sum skal umsita barnaansing, fólkayvirlit og onnur mál á sosiala økinum.
- Tit mugu altíð minnast til, at tá fólk, sum hava hjálp fyri neyðini, kom til tykkara, so eru tit tey sterkaru. Tí er tað týdningarmikið, at tit altíð kenna tykkum sum ein tænara hjá teimum, sum kenna seg veikari, segði Jógvan við Keldu við starvsfólkini.
Jógvan Lutzen, formaður í sosialu deild, handaði vegna býráðið sosialu deild eina gávu, sum var ein málningur hjá lokala listarmanninum Edvardi Fuglø.