Eyðun Klakkstein
Vera hon er well.
Helst fara hesi orðini at hoyrast aftur seinni í ár, Vera er partur av nýggjari barnaútgávu, sum ikki bara heldur seg til skeringarnar á fløguni.
»Kular Røtur«, sum nýggja útgávan kallast, umfatar eisini eitt nýtt sjónband við tveimum sjónbandaløgum og einari søgu ? samanlagt ein hálvur tími við nýggjum føroyskum barnatilfari. Videoløg eru gjørd av sangunum ?Vera hon er well? og ?Bilurin hjá okkum?.
Klaksvík var filmsbýur tvey vikuskifti í november mánaði, tá upptøkurnar til nýggja bandið vóru gjørdar ymsastaðni í býnum. Studio Pegasus, sum vanliga er ljóðstudio, var í nakrar dagar umskapað til filmstudio, og á gøtuni sást aftur, at ?Bilurin hjá okkum? var á ferð.
Blinkandi løgreglubilur, rennari, sum nærum varð yvirkoyrdur, roykur og larmur, nógv børn, røðir av bilum og floyt. Tað gekk lívliga fyri seg, tá Sjónband úr Havn skuldi hava upptøkurnar í kassan.
? Nógvar av upptøkunum vóru lagdar til rættis so hvørt. Onkur, sum skuldi verða við, varð uppringdur í døgurðatímanum og var klárur til upptøkurnar tveir tímar seinni. Tað er í grundini undrunarvert, at tað hevur latið seg gjørt fáa alt hetta upp at standa í einum lítlum lokalsamfelag, sigur Steintór Rasmussen, sum er maðurin aftanfyri kulu røturnar.
Øðrvísi band
Um nakrar dagar kemur úrslitið av filmsarbeiðnum, og tað verður til keyps kring landið
? Hetta er nakað heilt øðrvísi ? eitt føroyskt sjónband til børn. Vit kenna øll til at keypa útlendsk sjónbond, men nú er høvi at keypa eitt føroyskt band. Tað er løgið, at eingin føroysk sjónbond verða gjørd í eini tíð, tá børnini annars sitað klistrað til sjónvarpsskíggjan, heldur Steintór Rasmussen.
Saman við fløguni og sjónbandinum koma eisini tríggjar plakatir, sum fólk kunnu ogna sær. Hetta er fyrsta ferðin, at fleiri ymiskar vørur verða samantvinnaðar í einari útgávu, soleiðis, sum ?Kular røtur? nú ger tað.
Steintór Rasmussen hevur gjørt tónleikin, og Oddvør Johansen hevur skrivað søguna, sum verður lisin á sjónbandinum. Edvard Fuglø hevur gjørt pallmyndir og tekna tekningar.