- Klaksvíkin skal hava eitt hotell.
Tað var greiði boðskapurin frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, tá hann helt røðu til Uppliva Klaksvík tiltakið, ið Klaksvíkar kommuna skipaði fyri í Føroyingahúsinum í apríl 2017.
Eitt ár seinni eru fleiri hotellverkætlanir komnar undan kavi, men eru tær allar staðsettar í Havn. Harímillum kann nevnast at Atlantic Airways og Lív eru saman um at byggja nýtt hotell í høvuðsstaðnum og Smyril Line fer eisini undir at byggja eitt nýtt hotell í høvuðsstaðnum.
Tað hevur vakt undran, at tað einans verður bygt í høvuðsstaðnum, og hevur millum annað vp.fo mælt til at byggja gistingarhús kring landið, um man ynskir at menna ferðavinnuna. Tað verður kanska skjótt veruligt, tí borgarstjórin í Klaksvík er bjartskygdur um, at Klaksvík verður eitt hotell ríkari.
- Tað eru góð útlit fyri, at eitt hotell kemur, men hvussu skjótt kann eg ikki siga. Tað eru privat vinnulívsfólk, ið arbeiða við verkætlanini at byggja hotell. Kommunan kennir til verkætlanina, men tað verða stigtakararnir, ið muga úttala seg meira um verkætlanina, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjórin kann tó upplýsa, at talan er um fleiri lokal vinnulívsfólk, ið eru saman um verkætlanina at byggja eitt hotell, ið eftir ætlan verður partur av nýggja miðbýnum. Og hóast kommunan ikki er partur av sjálvari verkætlanini, so gera tey sítt til, at hon verður veruleiki.
- Sum kommuna gera við alt fyri, at tað eydnast og verður veruleiki. Men tað er vinnulívið, ið má byggja eitt hotell. Okkara lutur verður at veita eina góða plasering í býnum, sigur Jógvan Skorheim.