Klaksvík fer at heiðra mentamenn

Klaksvíkar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2012 sett pening av til eitt 100-ára hátíðarhald fyri mentamonnunum, Roberti Joensen og J. Símun Hansen, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, hevur skotið upp.

- Í komandi ári - 2012 - høvdu ttveir av fremstu mentamonnum í Norðoyggjum fylt 100 ár. Talan er um teir báðar, Robert Joensen og J. Símun Hansen, sum báðir vóru sera virknir og hava lagt eftir seg rúgvusmikið tilfar, ið hevur týdning fyri tilvitan okkara sum føroyingar og eisini sum norðoyingar.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu.

Í skrivi til mentanarnevndina og fíggjarnevndina, dagfest hin 9. mai 2011, boðar Gunvá við Keldu, borgarstjóri, frá, at hon í eina tíð hevur umhugsað at sett fram uppskot um heiðran av hesum báðum merkismonnum í sambandi teirra 100-ára føðingardagar.

- Tað hevði sømt seg, at býráðið tók stig til eina heiðran av slíkum monnum, hvørs lívsverk hava so stóran týdning fyri samleika okkara, sigur borgarstjórin í skrivinum, har hon heitir á nevndirnar og býráðið um at viðgera og umrøða á hvønn hátt, henda heiðran best hóskandi kann verða framd - og síðan at seta av neyðugan pening á fíggjarætlan býráðsins fyri 2012.

Uppskotið hjá borgarstjóranum fekk góða móttøku í mentanarnevndini, sum á fundi hin 11. mai 2011 tók undir við tilmælinum, og hin 18. mai 2011 samtykti fíggjarnevndin at taka undir við mentanarnevndini.

- Sostatt er greitt, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu, at breið undirtøka er í býráðnum fyri málinum, og nú er so peningur settur av til hetta 100-ára hátíðarhald.