Klaksvík fagnar Christiani

Nógv fólk stóðu á keiini í Klaksvík, tá nýggjasta farið í býnum stevndi inn á vágna klokkan fimm seinnapartin.

Nýggi Christian í Grótinum er 10 ára gamal, men í góðum standi. Skipið, ið hevur verksmiðju umborð, kemur úr Norra, har tað áður bar navnið Kvannøy. Kostnaðurin fyri skipið er 150 milliónir krónur.

- Sum tíðirnar og fiskaríið hava verið er hetta eitt skilagott keyp, men tó vil framtíðin og fiskaríið sjálvandi vísa, um so verður, segði Kristian Martin Rasmussen millum annað í røðu síni fyri skipinum.

Reiðaríið hjá Christiani í Grótinum leggur dent á, at tey vilja brúka allar sínar kvotur til at framleiða rávøruna til matna.

Nýggja skipið kann framleiða 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum.

Verandi manning á Christian í Grótinum fer umborð á nýggja skipið. Við skipinum vera um 20 mans.

Skipari á Christiani í Grótinum verður Bogi Rasmussen. Ein, sum longu hevur biðið pápabeiggjan um kjans, er 17 ára gamli Kristian Martin Rasmussen (junior). Av bryggjuni í Klaksvík frætta vit, at abbin hevur lagt eitt gott orð inn fyri abbasonin. Sí myndatema, har navnarnir eru avmyndaðir saman.

Myndirnar tók Dávur Winther.