Klaksvíkar vinarbýur, Tróndheim, kemur á vitjan í sambandi við 100 ára føðingardagshaldinum hjá kommununi. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, www.klaksvik.fo, stendur, at býurin fær eina áhugaverda vitjan. Í sambandi við 100 ára føðingardagshaldinum hjá Klaksvíkar kommunu, kemur vinarbýur hennara, Tróndheim, á vitjan. Í føðingardagsgávu fær Klaksvík Gerhard Dalen, mentanarleiðari í Tróndheims kommunu, í døgunum 19. til 21. juni. 19. juni. klokkan hálvgum átta ger Gerhard innrás í býráðshøllini í Klaksvík við einum fyrilestri um kommunalar mentananarskipanir.
Hesu punktini verða millum annað á skránni:
- Er hetta ein óneyðug kommunal byrða - ella er tað við til at menna býin?
- Tróndheim kommuna hevur viðtikið, at 1,25 prosent av íløgukarminum skal fara til listarilig prýði av kommunalum bygningum og almenna býrúminum.
- Á fyrilestrinum verður kunnað í orðum og myndum um skipanir, og hvussu langt komið er áleiðis.
Gerhard Dalen verður eisini í Christianskirkjuni 20. juni klokkan hálvgum átta, har evni í fyrilestrinum verður Pílagrímsarbeiði.
Við á ferðini eru eisini tveir ungir og kendir tónleikarar, Åsbjørg Ryeng, ið spælir bandodion og Lars Magnus Steinum, ið spælir violin.










