Í lýsingini sigur Klaksvíkar kommuna, at Snarskivan er partur av menningarætlanini fyri kommununa.Hon er ein roynd at røkka longur og betur út til borgararnar í kommununi sum eitt væl- og skjóttvirkandi lið millum býarumsiting/býráð og borgara.
Við hesum stigi traðkar Klaksvíkar kommuna í fótafetini hjá Tórshavnar kommunu, sum í 2000 setti á stovn Snarskivu, ið samlaði alt sambandið við borgaran á einum staðið. Hugsjónin er, at borgarin skal hava eitt stað at venda sær til í øllum málum. Snarskivan í Tórshavn hevur verið sera væl umtókt millum fólkið í høvuðsstaðnum, og verður sædd ein greið betran av borgaratænastuni í býnum.
Snarskivan í Klaksvík letur væntandi upp síðst í hesum árinum.