Klaksvík fær sína fiskivinnustevnu

Umframt tey mongu árligu tiltøkini, sum Klaksvíkin seinnu árini er vorðin karmur um, fær okkara fiskivinnuhøvuðsstaður nú eisini sína fiskivinnustevnu

NAFF

Í morgun hevur tíðindafundur verið í býráðshøllini í Klaksvík, har kunnað hevur verið um, at Klaksvíkin nú verður vertur fyri stóru fiskivinnustevnuni, North Atlantic Fish Fair.
Avtala er gjørd millum stigtakararnar av stevnuni og Klaksvíkar kommunu um, at stevnan verður hildin í Klaksvík í døgunum 5.-7. apríl næsta ár.
Dánjal Petur Hansen er ein av monnunum aftanfyri North Atlantic Fish Fair, sum í sínari tíð var hildin annaðhvørt ár á økinum hjá Runavíkar havn.
Seinni flutti stevnan av Skálafjørðinum og á Sandvíkarhjalla og seinastu ferðirnar, stevnan hevur verið hildin í Føroyum, hevur hon verið í tjøldum í Gundadali – við øðrum fyriskiparum og eigarum.
Á tíðindafundinum í morgun segði Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, at stevnan nú fer at vera hildin í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum báðar verða bygdar saman, soleiðis at gangast kann ímillum. Haraftrat verður eitt stórt tjald sett upp, sum partur av tiltakinum.
Talan verður um tilsamans 2.000 fermetrar innandura, umframt tjaldið, sum verður sett upp til endamálið.
Dánjal Petur Hansen segði, at prísurin hjá fyritøkum at sýna fram á stevnuni verður frá 980 krónum fyri fermerturin, sum hann heldur vera ógvuliga rímiligt.
- Vit miðja eftir, at umframt føroyskar fyritøkur, sum verða við, koma eisini fyritøkur úr eitt nú Danmark, Íslandi, Noreg og Skotlandi at sýna fram sítt útboð.
Dánjal Petur Hansen vísir á, at umframt sjálva framsýningina, verður eisini ráðstevna, har dentur verður lagdur á MCS-góðkenning, ið hevur verið nógv frammi í sambandi við burðardygga fiskiveiði.
Nú árið 2011 er valt til at verða eitt kostár, verður eisini skipað fyri einum matfestivali í sambandi við North Atlantic Fish Fair í Klaksvík, og her verður serligur dentur lagdur á matvørur úr havinum.

Hugtikin
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði, at hon altíð hevur verið hugtikin av slíkum stórum fiskivinnutiltøkum, sum eitt nú North Atlnatic Fish Fair.
- Nú gjørt er av, at stevnan kemur til Klaksvíkar, kunnu vit siga, at hon er komin heim, sum borgarstjórin tók til.
Um dagarnar fara umboð fyri Klaksvíkar kommunu og umboð fyri North Atlantic Fish Fair til Tróndheim at luttaka á fiskivinnustevnu, har tey fara at bjóða fyritøkum at koma til Klaksvíkar á fiskivinnustevnu komandi ár.
- Klaksvík og Tróndheim eru vinarbýir, og meðan føroysku umboðini eru í Tróndheimi, hevur Haraldur kongur bjóðað føroysku umboðunum til lunch, verður sagt úr Klaksvík.