Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti skal týsdagin 12. oktober spæla landsdyst ímóti Írlandi, og Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at hesin dysturin skal spælast í Klaksvík.
Dysturin er komin í lag, tí føroyska mansliðið spælir ímóti Írlandi um sama mundið, og so verður serliga flogsambandið úr Føroyum til Írlands nýtt til fulnar.
Somu viku í oktober mánaði verður ein U19 EM-kapping í Føroyum, og teir seks dystirnir skulu allir spælast á grasvøllunum á Toftum og í Havn.
Tí er trýstið á hesi vøllir ivaleysa stórt júst tá, og FSF hevur saman við írska fótbóltssambandinum gjørt av, at vinardysturin hjá kvinnunum kann spælast á graslíki.
FSF hevur síðani lagt dystin at vera í Klaksvík týskvøldið 12. oktober, og at júst Klaksvík hevur fingið dystin, kemst ivaleyst av, at nógvir spælarar úr KÍ eru á liðnum, og at áhugin fyri kvinnufótbólti er størst júst í Klaksvík.