Klaksvík fær internet-café

Um ein mánaða letur internet-café upp í handilshúsunum við Klaksvíksvegin

Brúkið av internetinum veksur støðugt her á landi. Talið á haldarum hjá Føroya Tele er nærmast farið í luftina, og í Havn og Fuglafirði hava tey kaffistovur, sum eru halgaðar internetinum og teldubrúki annars.

Nú letur enn ein slík café upp í Føroyum.

Hendan skal halda til í Klaksvík, og frá 1. desember er ætlanin, at klaksvíkingar kunnu brúka caféina, sum fer at hava heimstað í handilshúsunum við Klaksvíksvegin. Frammanundan halda fleiri handlar og ein kiosk til har.

Matstova hevur áður verið í handilshúsunum, og tað er í teimum hølunum, at internetcaféin skal halda til. Avtala er gjørd um leigu av hølunum, og útgerðin, sum skal brúkast á kaffistovuni, er bíløgd.


Internet og telduspøl

Á internet-caféini verður møguleiki at leita sær út á endaleysu alnótina og at spæla tey best umtóktu telduspølini, sum finnast á marknaðinum.

Royndirnar frá støðunum í Havn og Fuglafirði siga, at tann alsamt vaksandi skarin av kjattarum, eisini brúkar slíkar caféir.

Í praksis gongur tað soleiðis fyri seg, at fólk bíleggja sær tíð frammanfyri telduskíggjanum og gjalda eitt ávíst gjald fyri tað. Gerandisdagar fer at verða opið frá seinnapartinum og til midnátt. Í vikuskiftinum er ætlanin at hava longri opið.

Klaksvíkingar fáa tí eisini høvi at leita burtur frá jólaøðini í desember mánaða, og heldur drøna avstað við teldubilum, og skjóta mál fyri stórfeløg í europeiskum fótbóltsspæli.