Tjóðveldisflokkurin ætlar sær nú at taka við leiðsluni í Klaksvíkar kommunu.
Flokkurin hevur seinastu átta árini verið í samgongu við Fólkaflokkin, sum hevur átt borgarstjóran, men nú vil sigursharrin á býráðsvalinum í Klaksvík hava borgarstjórasessin.
Líkt er til, at Tjóðveldisflokkurin fer at gera samgongu við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tað er ikki útilokað, at Sambandsflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin kunnu verða við í samgonguni, men tað er rættiliga ósannlíkt, at Fólkaflokkurin verður við.
Broytingar
- Vit fara ikki at lata leiðsluna frá okkum í eini samgongu, tí vit eru framvegis størsti flokkur í Klaksvík, segði Jógvan við Keldu eftir valið týskvøldið.
Og at Fólkaflokkurin ikki vil lata borgarstjórasessin frá sær í eini samgongu ger, at Tjóðveldisflokkurin fer at royna at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin.
- Vit hava fingið eitt sera gott val og fingu ein býráðslim afturat. Veljararnir hava við hesum sagt, at hann ynskir broytingar, og tí fara vit at taka stig til at skipa eina samgongu, segði Steinbjørn Jacobsen, toppskorari hjá Tjóðveldisflokkinum, fyrrapartin í gjár.
Fyrsti fundurin um nýggja samgongu skuldi verða í gjárkvøldið eftir okkara evstamark.
Ovfarin av undirtøkuni
Um tað eydnast Tjóðveldisflokkinum at skipa eina samgongu, fer borgarstjórin í Klaksvík næstu fýra árini at eita Steinbjørn Jacobsen.
Steinbjørn Jacobsen fekk eitt fram úr gott val hesaferð. Hann fór frá 77 persónligum atkvøðum og upp á 229 atkvøður. Bara Jógvan við Keldu fekk fleiri atkvøður enn Steinbjørn.
- Valið var heilt ótrúligt. Eg hevði sett nøsina upp eftir 100 pesónligum atkvøðu, men eg fekk meira enn tvífalt so nógvar. Tað taki eg sum eitt stórt herðaklapp frá veljarunum, og eg eri sera fegin um dygga stuðulin, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Hann hevur verið varaborgarstjóri í Klaksvík, síðani Karsten Hansen fór í landsstýrið í 1998, og nú Karsten Hansen framvegis er at finna í landsstýrinum, fekk næsti maðurin á listanum seinast eina dygga álitisváttan frá tjóðveldisveljarum og reyk heilt upp í topp.
Eingin avtala frammanundan
Valkvøldið frættist, at Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin undan valinum høvdu tosað um møguligt samstarv næstu fýra árini.
- Eingin avtala er gjørd undan valinum, men nú fara vit í holt við arbeiðið at skipa eina samgongu, og eingir møguligar eru útilokaðir frammanundan, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Jógvan við Keldu, sum hevur verið borgarstjóri í Klaksvík 16 av farnu 20 árunum, viðurkendi eftir valúrslitið, at nú var mest sannlíkt, at Fólkaflokkurin endar í andstøðu.
- Allar súðir eru ikki syftar enn, men í løtuni er tað mest sannlíkt, at vit koma at mynda andstøðuna næstu árini. Og verður tað støðan, so ætla vit at reka ein samstarvssinnaðan andstøðupolitikk, segði Jógvan við Keldu.