- At Klaksvík er vorðin heilsubýur okkara, er einki minni enn ein sólskinssøga, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm Hans Pauli Strøm var í góðveðrinum í morgun í Klaksvík, í samband við at átakið hjá Fólkaheilsuráðnum og Klaksvíkar kommuna varð staðfest.
Í hesum sambandi varð ein snotuligur faldari lagdur fram, um hvussu Klaksvík hevur og eisini í framtíðini fer at gera sítt til at liva upp til hetta tignarliga heitið.
- Ein faldari er sjálvandi bert eitt pappír, men aftanfyri henda faldarin liggur ein stórur vilji at føra og útinna ein veruligan heilsupolitikk.
- Og mín vón er, at hetta ikki bert verður nakað sum skal sermerkja Klaksvík. Mít hægsta ynski er, at aðrar kommunur frætta um hetta sama, og snøgt sagt fara at herma eftir tykkum, sigur Hans Pauli Strøm og vísir til tey mongu heilsutilboðini, sum longu finnast her.
Nevnast kann, at Klaksvík hevur lagt stóran dent á kunning um tubbaksroyking; var fyrsti býurin sum tók við hugskotinum um heilsurenningar, og hevur haraftrat ein Húsarhaldsskúla og eitt sjúkrahús sum leggja stóran dent á arbeiðið við øktari fólkaheilsu.
- Eitt heilsugott lív er vert at stremba eftir hjá hvørjum einstøkum, tí tað kastar fyrimunir av sær á øllum økjum, slær heilsumálaráðharrin fast.