Klaksvík er Norðoya móðir

Soleiðis yrkir Bernhard Brim sáli í sanginum »Kvøða til Klaksvíkar«. Eitt brot úr síðsta versi ljóðar:

John Sigurd Joensen

Valevni á javnaðarlistanum í Klaksvík



Tí at Klaksvík er Norð-

oya móðir

hon er norðoyinga álit

og trygd

her er menning og

nørandi gróður,

her í Norðoya prúðastu

bygd


Nógv er hent í Klaksvík síðan hesin vakri sangur varð yrktur. Her hevur sanniliga verið menning og nørandi gróður, men enn er langt á mál.

Vit mugu minnast, at orsøkin til at Klaksvíkin er í menning er okkara vinnulívs-, fiski- og útróðrarmenn og tey, sum arbeiða á fiskavirkinum. Alivinnan er í stórari framgongd og gevur nógv arbeiði. Vónandi heldur framgongdin fram. Uttan hesi, sum starvast í fiskivinnuni, var ongin menning í Klaksvík.

Men av teirra ávum kunnu vit menna og skapa góð gróðrarlíkindi í Klaksvík. Annars haldi eg, at Klaksvíkin hevur gott og ágrýtið fólk innan allar stættir. Tað skal ongin verða gloymdur, sum ger eitt gott arbeiði, hvør á sínum øki.

Eg nevndi at byrja við, at enn er langt á mál. Tí er tað ógvuliga umráðandi til hetta býráðsvalið at velja teir røttu persónarnar í býráðið. Vit vilja gróður og meiri menning í Klaksvík. Vís mær álit, eg havi álit á tær. Gott val. Vel rætt!