Klaksvík ? ein ítróttardepil burturav

Umframt tað vinnuliga framfýsni er Klaksvík á serstakan hátt kend fram um aðrar fyri at vera ítróttarbýurin við tí sterka samanhaldinum, sum hevur fostrað mangar av Føroya fremstu umboðum á tí økinum

? Hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu!
Nú stundar til Norðoyastevnu ? ársins fyrsta FM-stevna í kappróðri og tann fyrsta stóra summarstevnan.
Við hesum er greitt, at ítróttarkappingarnar, sum hoyra summarhálvuni til, eru antin byrjaðar fyri stuttum ella eru um at byrja nú.
Tí er hóskandi við hetta høvið at nema eitt sindur við tann ítróttarliga partin av samfelag okkara, við støði í lokalsamfelagnum her.

Ítróttarúrmælingarnir, sum Klaksvík hevur fostrað, eru ikki fáir, og í fleiri ítróttargreinum hava lokalu feløgini ein glæsiliga søgu, sum ger tað til nakað serstakt hjá ungdóminum at verða við á teirra fremstu liðum, sum støðugt eru í fremstu røð í heimligu kappingunum.
Eisini tá tað snýr seg um altjóða kappingar, hava feløg og einstaklingar hiðani verið slóðbrótandi fyri restina av landinum og eru tað framhaldandi.

Tað finnast fleiri dømi um vinnarar, sum eru komnir úr vánaligum umstøðum, men sum kortini við teirra vilja og evnum gjørdust úrmælingar.
Hóast hetta, so er eingin ivi um, at tað í dag hevur stóran týdning fyri trivnaðin og fyri menningina av ítróttinum at hava góðar umstøður.
Við at skapa góðar karmar kann kommunan, sum tann lokali myndugleikin, stuðla undir menningina av verandi virksemi umframt at skapa fortreytir fyri møguligum nýggjum greinum.

Allar avbjóðingar krevja sínar fyrireikingar, tað veri seg í ítrótti ella í øðrum høpi. Jú betur, tú ert fyrireikaður, tess betri eru útlitini fyri einum góðum úrsliti
Klaksvík stendur fyri eini veldigari avbjóðing og broytingartíð, nú Norðoyatunnilin verður veruleiki í 2006. Í hesum, eins og í ítróttini, er lívsneyðugt at vera vakin og gera tað, sum stendur í okkara makt at verða tilreiðar, so vit ikki vakna við kaldan dreym, tá tunnilin letur upp
Her, sum í øllum øðrum í okkara lokalsamfelag, er neyðugt at standa saman, skulu vit ikki missa meir fyri minni.

Á Norðoyastevnu er Klaksvík ein savningarmiðdepil, har eldri og yngri hitta hvønn annan, og fleiri, sum ikki hava hitst í mong ár, hava so mangt at skifta orð um.
Vit eru ómetaliga glað fyri at fáa vitjanir og vóna, at tit kenna tykkum væl okkara millum.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, vælkomin á Norðoyastevnu 2003.



Steinbjørn O. Jacobsen

borgarstjóri