Tað renna nógv fleiri krónur í kommunuskatti í kassan hjá Tórshavnar kommunu, enn tað gera nakra aðrastaðni í landinum.
Nú tríggir fjórðingar av hesum árinum eru farnir, siga tølini, at 41 prosent av samlaða kommunuskattinum fer í kassan á Vaglinum.
Higartil í ár eru 1.317.846.827 krónur kravdar inn í fyribils kommunuskatti. Av teimum eru 539.698.089 krónur farnar í kassan hjá høvuðsstaðnum. Tað svarar til 41 prosent.
Næststørsta kommunan er Klaksvíkar kommuna. Samlaði kommunuskatturin hjá Klaksvíkar kommunu higartil í ár er 140.948.312 krónur.
Sammett við í fjør hevur lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum fyrstu trý fjórðingsárini verið væl størri í Klaksvíkar kommunu, enn hann hevur verið í Tórshavnar kommunu.
Vøksturin í høvuðsstaðnum hevur verið 22.282.362 krónur.
Vøksturin í Klaksvíkar kommunu hevur verið 10.586.855 krónur.
Lutfalsligi vøksturin trý tey fyrstu fjórðingsárini í Tórshavnar kommunu er 4,31 prosent.
Lutfalsligi vøksturin trý tey fyrstu fjórðingsárini í Klaksvíkar kommunu er 8,12 prosent.
Tølini siga, at inntøkan at skatta av frá mánað og til mánað er støðugari í høvuðsstaðnum, enn hon er í Klaksvik.
Í september var lutfalsligi vøksturin í Tórshavnar kommunu 4,40 prosent ella umleið tann sami, sum hann hevur verið níggju teir fyrstu mánaðirnar.
Í september var lutfalsligi vøksturin í Klaksvíkar kommunu 16,40 prosent ella tvífalt so stórur, sum hann hevur verið trý tey fyrstu fjórðingsárini.
Í september var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu næstan fýra ferð so stórur, sum hann var í høvuðsstaðar kommununi.
Miðal lutfalsligi vøksturin í kommunuskatti higartil í ár sammett við í fjør er 6,38 prosent.