Klaksvík eigur bestu dreingirnar

Kappingin við Tjaldrið av Glyvrum var ógvuliga tøtt og spennandi

Tað var øgiligur dramatikkur og spenningur, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust í dýrdarveðrinum í Klaksvík.

Fípan Fagra úr Klaksvík vann, og Tjaldrið av Glyvrum var næstfremst.

Á norðoyastevnu verða bátarnir lagdir í lutakasti. Í dag var Fípan Fagra triði vestastur, meðan Tjaldrið lá eystastur. Tá ið bátarnir komu undir Kósabrúnna gekk Tjaldrið øgiliga væl, og tá styttist munurin niður í minni enn eina bátslongd.

 

Fram ímóti málinum var eingin ivi, at Fípan Fagra var fremst og tað mesta av einari bátslongd undan gula bátinum. Hetta var annar sigurin hjá klaksvíkingum á norðoyastevnu. Fyrra sigurin vann Fípan Fagra við gentumanning í barnróðrinum.

 

Merkisvert var tað, at tveir bátar úr Miðvági vóru sera væl við. Frúgvin endaði á  bronsuplássinum, og Beinta var nummar fimm. Í millum miðvágsbátarnar var Teistin hjá Argja Róðrarfelag.

 

1. Fípan Fagra 5.34.24

2. Tjaldrið 5.36.21

3. Frúgvin 5.39.09

4. Teistin

5. Beinta

6. Kollur

7. Jallurin

8. Ritan

9. Sílið

10. Junkarin