Fitt av fólki var samankomið, tá heimsins stórsta frímerki varð avdúkað á suðurendannum á posthúsinum í Klaksvík fyrrapartin.
Tað er Eward Fuglø, listamaður, ið hevur gjørt frímerkið í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu í ár.
Frímerkið skal síggjast sum ein skaldsligur fagnaður av Klaksvík, sigur listamaðurin.
Klaksvík á heimskortið
Sermerkta frímerkið er úrsliti av samstarvi millum Frímerkjadeildina, mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu og listamannin Edward Fuglø.
Eftir at hava bjóðað vælkomin, gav Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra, orðið og heiðurin av avdúka ovurstóra frímerkið.
Borgarstjórin fjaldi ikki yvir, at hetta kendist sum ein stór hátíðarløta, ið uttan iva fór at seta Klaksvík á heimskortið.
- Við støði í fortíðini og nútíðin er letur hetta frímerkið Klaksvíkina líta langt inn í framtíðina, eins og listamaðurin sjálvur so ofta ger tað, í sínum sera áhugaverdu listaverkum, segði Steinbjørn Jacobsen millum annað.
Eftir at frímerkið var avdúkað, vórðu øll boðin inn á posthúsið til ein bita og okkurt drekkandi afturvið. Hesa løtuna handaði Svanbjørg Manai borgarstjóranum og listamanninum hvør sítt innrammaða eintak av frímerkinum.
Síðani var Edward Fuglø klárur at signera fyrstadags brævbjálvar, sum øll, ið høvdu hug, fingu høvi at ogna sær.
Skaldsligur fagnaður av Klaksvík
Um íblásturin til nýggja frímerkið sigur listamaðurin Edward Fuglø soleiðis:
Klaksvík er umgyrd av høgum fjøllum. Beint útfyri liggur Kunoyarfjall sum ein verja móti Atlantshavi. Hetta pyramiduskapaða fjalli er við tíðini vorðið ein ímynd av Klaksvík, og er tað nýtt sum grundleggjandi myndevni á merkinum. Annars er merkið bygt upp sum ein lýrisk brotamynd:
Fiskurin ímyndar vinnuna, vit liva av.
Báturin sjóferðir – samferðsla serliga fyrr í tíðini
Húsini upp eftir fjallasíðuni – heim og trivnað
Grønu teigarnir – tað dyrkaða lendið – bóndasamfelagið
Barnið, ið hyggur at mána og stjørnum, ímyndar tað søkjandi, droymandi og framtíðina.
Tær seks stjørnurnar ímynda tær seks Norðoyggjarnar.
Serliga alduta skriftin í orðinum Klaksvík endurgevur havið.
Sambært listamanninum skal frímerkið síggjast sum ein skaldsligur fagnaður av Klaksvík í 100 ár.