– Fyri býin, og ikki minst fyri vinnuna í býnum og nærumhvørvinum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkurnar fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan í sínum egna umhvørvið, tí tað kann avgjørt viðvirka øktan handilsskap millum fjølbroyttar vinnur á landi og uttanfyri landoddarnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair sigur, at royndirnar við at hava vinnumessuna í Klaksvík eru sera góðar. Ítróttarhallirnar liggja tætt saman, og tískil er møguligt at binda hallirnar saman í ein samanhangandi bygning.
– Eisini hevur kommunan víst vinnuframsýningini stóran áhuga og samstarvsviljin hevur verið góður, tí var ongin ivi um staðseting, tá ið nýggj avtala millum partarnar varð undirskrivað, sigur Áki í Skemmuni.










