Undan seinasta umfarinum í liðkappingini í talvi vóru fremstu liðini so jøvn á stigatalvuni, at lagt var upp til umdystir, um tað skuldi staðið á jøvnum millum onkur teirra. Men klaksvíkingar vóru so sannførandi við borðini, at hetta kom ongantíð upp á tal – og verri enn so.
Við sterkari manning eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag at vinna 3½-½ á Havnar Telvingarfelag, og talan var tí um ein sigur, ið sjáldan er sæddur líka sannførandi. Gamaní, høvdu klaksvíkingar dubbað seg eitt sindur við altjóða meistaranum, IM Silas Lund, sum hevur verið knýttur at felagnum í fleiri ár. Hann kom við, nú Ólavur Simonsen hevði forfall, og megnaði á fyrsta borði javnt ímóti IM Helga Dam Ziska, sum var sterkasta kortið hjá Havnar Telvingarfelag.
Teirra millum gjørdist talan um ein óvæntað stuttan javnleik, og so lá ræðið fyri hjá hinum trimum klaksvíkingunum, FM Heini Olsen, Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang, ið vunnu á ávikavist Martini Poulsen, Hans Kristiani Simonsen og Hjalta Toftum Jógvansson, ið vanliga skuldi verið eitt sera sterkt lið – men ikki leygardagin!
Triðja liðið, ið kundi havt blandað seg upp í FM-stríðið, um ikki klaksvíkingar sópaðu alla mótstøðu so bragdliga til viks, var Vestmanna, sum – eins og Havnin – var eitt stig aftan fyri Klaksvík undan endaumfarinum. Vestmenningar vunnu ein tryggan 3-1 sigur og fingu harvið silvurið, meðan Havnin altso mátti taka til takkar við bronsuni.
Sandavágur fram
Tað er ikki bara í Klaksvík, at tað grør um gangandi fót í telvingini, tí Sandavágur sær út til at gera framstig alla tíðina. Í fjør var liðið við í FM-finaluni og vann silvur, og í ár var Sandavágur eisini við, næstan til tað síðsta.
Nú hevur Sandavágur eisini vunnið 2. deild og hevur tvey lið í 1. deild næsta ár, umframt at unglingarnir hjá Sandavági gjørdust føroyameistarar og harvið troðkaðu FM-vinnararnar síðstu trý árini úr Klaksvík av trúnuni.
Vestmenningar, sum vunnu silvur í 1. deild, vunnu 3. deild sera greitt og hava komandi ár tvey lið í 2. deild, so eisini har hendir nakað.
Endaliga støðan
1. deild
1. Klaksvík 1 28½
2. Vestmanna 27
3. Havnin 1 24½
4. Sandavágur 1 21½
5. Klaksvík 2 11
6. Toftir 1 7½
2. deild
1. Sandavágur 2 23
2. Havnin 3 22
3. Havnin 2 22
4. Vestmanna 2 20
5. Klaksvík 3 17½
6. Rókur 1 15½
3. deild
1. Vestmanna 3 32
2. Skopun 25
3. Gøta 23½
4. Rókur 2 22
5. Vestmanna 4 22
6. Havnin 4 20
7. Havnin 6 18½
8. Sandavágur 3 15½
9. Havnin 5 15
10. Toftir 2 12
11. Kollafjørður 10½
Unglingar
1. Sandavágur 31½
2. Havnin A 30½
3. Vestmanna 27½
4. Klaksvík 20½
5. Havnin B 10
6. Rókur 0