Klakstein skal venja B36

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so verður tað Eyðun Klakstein, sum skal venja B36

B36 hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at tað verður Eyðun Klakstein, sum skal venja árstalsfelagið komandi kappingarárið.

Eyðun hevur seinasta hálvaannað árið verið venjari hjá Effo-liðnum hjá KÍ. Hann hevur eisini roynt seg sum U19-landsliðsvenjari, men hetta er fyrsta ferðin, at hann venur annað føroyskt felag enn KÍ.

Lesið eisini: Her er nýggi venjarin hjá B36

- Vit vildu helst hava eina føroyska loysn til venjaraspurningin, og vit eru sera fegin um, at hetta hevur eydnast, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36 við heimasíðu felagsins.

- Eyðun er ein venjari við nógvum dygdum, og ikki minst hevur tað vigað nógv hjá okkum, at hann hevur víst gott hegni til at menna ungar spælarar, so hesir eru til reiðar at taka við ábyrgd í fremstu røð. Hetta er eisini í tráð við eitt av aðalmálum okkara, har vit hava sagt, at B36 í enn størri mun skal vera ført fyri at skapa møguleikar til besta manshópin burtur úr stóru ungdómsdeild felagsins, sigur B36-formaðurin.

- Hetta er ein spennandi og krevjandi avbjóðing, sum eg við heilum huga fari undir. Eg eri fegin um at hava fingið hetta álit frá føroyameistarunum, men eg eri eisini eyðmjúkur um at hava fingið stóru ábyrgdina, og eg fari at arbeiða heilhjartað og miðvíst fyri at liva upp til álitið, sigur Eyðun Klakstein.

 

- Í ár gekk alt upp í eina hægri eind hjá B36, og tað leggur ivaleyst eitt ávíst trýst á ein nýggjan venjara og hópin. Men um nakrar dagar er 2014 farið aftur um, og so stendur eitt nýtt kappingarár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum fyri framman. Tað er tað, sum vit nú skulu hava fokus á, sigur nýggi høvuðsvenjarin hjá B36 við heimasíðuna.