Fleiri undraðust á, hví Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, ikki var á síðulinjuni í gjár. Gitingar vóru beinanvegin, um hann var uppsagdur, uttanlands ella okkurt triðja. Men Eyðun Klakstein hevði leikbann, og var tískil ikki á beinkinum.
- Tað er einki dulsmál, at vit vóru ónøgdir eftir ósigurin fyri Víkingi farna vikuskiftið. Tað fyrsta eg gjørdi eftir dystin var at fáa leikararnar av vøllinum beinanvegin, soleiðis, at teir ikki gjørdu nakað býtt. Eg segði so mína meining við dómaran, og tað kostaði mær leikbann í ein dag. Eg eri ikki samdur við avgerðini, men KÍ fer ikki at gera nakað burtur úr dóminum, staðfestir Eyðun Klakstein, sum aftur verður á síðulinjuni, tá klaksvíkingar vitja hjá EB/Streymi.