Ein tann drúgvasti spælarin av øllum hjá EB/Streymi í ár hevur verið Heðin Klakstein. Hann hevur altíð verið framrættaður og arbeiðssamur við góðum bóltførleika og góðari spælfatan. Síðani summarsteðgin hevur hann verið fastur maður á vongverjanum í høgru. Tað var hann eisini leygardagin, tá ið EB/Streymur var í Sarpugerði.
Fyrstu løtuna fekk tað væl hjá EB/Streymi og hjá Heðini Klakstein, men tá ið ein lítilhálvur tími var farin, noyddist Heðin av vøllinum. Hann var skaddur. Tað varð roynt at fáa hann aftur á føtur, so hann kundi halda fram at spæla, men tað vísti seg ikki at vera møguligt, og tá ið ein hálvur tími var farin, loysti Niklas T. Kruse hann av.
Heðin Klakstein endaði á sjúkrahúsinum í Klaksvík, har tað varð staðfest, at nøsin er brotin.
-Tað var í samanstoyti við ein av spælarunum hjá Víkingi. Eg havi í dag fingið at vita, at eg skal binda heilt frið frá fótbólti í tríggjar vikur. Um tríggjar vikur verður heilt tætt við 30. oktober, sum er síðsti leikdagur í landskappingini, so tað verður ikki nógvur fótbóltur hjá mær tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, sigur Heðin Klakstein.
29 ára gamli Heðin Klakstein flutti undan hesum kappingarárinum av Skála og til EB/Streym, har hann hevur verið við í 23 dystum og hevur skorað eitt mál. Sáttmálin er galdandi fyri hetta árið, og enn er ikki greitt, hvussu tað verður hjá Heðin Klaksteín í 2022.
EB/Streymur er á sjeynda plássi við 19 stigum, og liðið er ikki heilt leyst av vandanum at flyta niður. EB/Streymur hevur fýra dystir eftir at spæla. Teir eru ímóti TB á heimavølli og TB á útivølli, ímóti KÍ í Klaksvík og so ímóti B68 í Hólmanum á Eiði.
-Hetta eru alt dystir, sum tað hevði verið hugaligt at verið við í, men boðini frá læknanum eru, at eg skal halda meg burtur frá fótbólti í tríggjar vikur, sigur Heðin Klakstein.