Klakkur umvældur

Umvælingin kostar einar tríggjar ferðir tað, skipið í síni tíð kostaði at smíða

Edvard Joensen


Nýggjan yvirbygning og nýggjar ljósmotorar, umframt annað, sum altíð kemur afturat, tá farið verður undir at umvæla gamalt skip.

Líggjas Johannesen, skipari, sigur, at teir hava valt at gera hesa íløguna nú, teir at kalla ongar fiskidagar hava eftir kortini.

Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum ger arbeiðið. Brúgvin er tikin omanav. Umframt skulu tveir nýggir ljósmotorar setast í. Messa og galla verða nýggjar, umframt annað, sum vísir seg, so hvørt tikið verður omanav. Men sjálvan skrokkin verður onki gjørt við. Hann er í góðum standi.

Arbeiðið, sum nú verður gjørt, fer væntandi at kosta einar 3,5 - 4 milliónir krónur, sigur Líggjas Johannesen. Tá skipið var smíðað í 1960. Tá kostaði tað 1.275.000 krónur.

Núverandi eigararnir hava átt Klakk í seks ár.

Líggja Johannesen sigur, at árið hevur bara roynst hampiligt, og teir eru ikki bangnir fyri at fara undir hesa íløguna. Teir rokna við at vera klárir aftur í fyrru helvt av juli mánaða. So er at fáa brúkt teir 15 dagarnar, eftir eru í ár.

Komandi ár hava teir, umframt dagarnar undir Føroyum, fingið tillutað 200 tons undir Íslandi. 26 - 27 % er toskur. Restin plagar mest at vera brosma, sigur Líggjas Johannesen.

Hann sigur, at tað hevur ikki staðið á at fingið fólk. Seinastu trý árini hevur manningin verið at kalla tann sama. Teir eru 14 mans við.