Rættiliga nógv landing hevur verið í Klaksvík seinastu dagarnar, nú Skálaberg kom við fullari last, og Norðborg kemur í morgin við 1300 tonsum Í morgin landa tvey línuskip í Klaksvík. Tey eru Klakkur og Kvikk, sum báðir hava verið undir Íslandi hendan túrin. Klakkur hevur 115.000 og Kvikk 153.000 pund.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at meginparturin av veiðini hjá skipunum er longa og brosma, men nakað er eisini av toski.
Línuskipið Helena hevur eisini landað sløk 80.000 pund í Klaksvík í vikuni.
Nú flakatrolarin Skálaberg hevur lagt søguliga stóru lastina upp í Norðurhavnini, og flaggskipið Norðborg eisini kemur við 1300 tonsum í morgin, hevur rættiliga nógv landing verið í Klaksvík seinastu dagarnar.










