Klakkur niður at selja

Fiskivinna

Línuskipið, Klakkur, er á veg niður til Skotlands at selja. Teir fara antin til Scrabster ella Aberdeen við veiðini.
Hendan túrin hava teir roynt á Munkagrunninum, og sum skilst, hevur fiskiskapurin verið hampiliga góður.
Klakkur hevur ligið millum 10.000 og 12.000 pund á setuna, og tað er rímiliga góður fiskiskapur.
Ein stórur partur av veiðini er hýsa, og nú útlit eru fyri hampiliga góðum hýsuprísi í Skotlandi, gjørdu teir av at fara niður við lastini.
Hildið verður, at Klakkur hevði eini 100.000 pund inni, tá ið teir stevnu niður á skotska marknaðin.