Í ár byrjar toskafiskiskapurin á Flemish Kap hin 10. januar og tey fyrstu fýra føroysku frystilínuskipini, Klakkur, Eivind, Kambur og Stapin, eru á veg yvir. Klakkur er komin longst á leiðini, og teir koma á fiskileið á Flemish Kap í dag.
Frystilínuskipið Ågot, sum eisini plagar at søkja leiðirnar á Flemish Kap, er ikki farin yvir hagar, sum undanfarin ár. Teir fara fyrst undir Føroyar at fiska, her teir gjørdu ein góðan túr í endanum av farna ári.
Hóast talan er um felagskvotu á Flemish Kap, hava teir, sum nú eru á veg yvir hagar, sagt, at teir fara ikki at fiska tann partin, sum Ågot plagar at fiska har yviri, og tí nýtast teir á Ågot ikki neyðturviliga at skunda sær so nógv.
Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen, sum eisini er reiðari á Eivindi, váttar fyri In.fo, at hetta er ein innanhýsis avtala millum frystilínuskipini, sum royna leiðirnar á Flemish Kap.
- Men, hetta er sjálvsagt ikki nøkur endalig trygd hjá Ågot, tí ísfiskalínuskip eiga eisini lut í felagskvotuni, tó at tað er ivasamt, um nakað ísfiskalínuskip fyri yvir hagar í vetur.
Hálvdan Gudmundsen vísir á, at teir, sum eiga frystilínuskipini, sum í løtuni eru á veg yvir á Flemish Kap, hava sagt, at teir fara at fiska, soleiðis sum teir hava gjørt hini árini. Teir fara soleiðis at lata partin hjá Ågot liggja eftir, so Ågot hevur nakað at koma eftir seinni.
Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at tað eru nógvar útreiðslur knýttar at royndini á Flemish Kap, og nú fiskiskapurin undir Føroyum hevur roynst so væl – og januarmánaði helst skuldi verið uppaftur betri enn desember – skilir hann væl, at teir á Ågot hava hug at bíða nakað við Flemish Kap.
- Tey fýra frystilínuskipini, sum nú eru ávegis yvir á Flemish Kap, taka øll millum 70 og 100 tons meira enn Ågot, og tí kann tað skjótt gerast ivasamt, hvat í løtuni loysir seg best hjá teimum, sum eiga og reka Ågot.
Hálvdan Gudmundsen sigur, at tað er rættiliga kostnaðarmikið at frakta frysta fiskin heim til Føroya, og roknast kann við, at hvør lastin kostar millum 500.000 og 600.000 krónur.
Samlaða føroyska toskakvotan á Flemish Kap í ár er 3.911 tons, men her verða bara 2.635 tons latin línuskipunum at fiska. Tey eftirverandi 1.276 tonsini skulu sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, seljast á uppboði, og í løtuni er ein kunngerð í hesum sambandi til ummælis hjá vinnuni.