Klakkur besti línubátur

- Vit hava ikki verið í Ný Foundlandi í ár, men vit hava gjørt tveir hampiliga góðar túrar í Eysturgrønlandi. Haraftrat hava vit eisini havt størri kvotu í íslendskum sjógvi í ár, sigur Líggjas Johannesen

Seinnu árini hava línuskipini Kamb­ur og Stapin verið bestu lín­u­bátar í Føroyum, og teimum í hølunum hevur Klakk­ur ligið.
Klakkur, sum soleiðis hev­ur andað hinar báðar í "nakk­an" - um vit so kunnu siga - er í ár end­aður á ovastu rók, har hann eisini hevur verið áð­ur.
Í ár hevur Klakkur fiskað sløk 1500 tons, og veiðivirðið ligg­­ur oman fyri 16 miljónir krónur.
Næst størsta veiðivirðið í ár hevur línubáturin Kambur, sum hevur fiskað fyri stívliga 15 miljónir krónur.
Á triðja og fjórða plássi liggja línuskipini, Stapin og Hav­búgvin, sum er fyrr­ver­andi Núpur. Skipini liggja líka sum stavn um stavn, og trup­ult er at taka dagar í­millum skipini.
Stapin og Havbúgvin hava fiskað fyri stívliga 13 milj­ónir krónur hvør, men tá vit skiftu orð við reiðararnar mán­a­­dagin, var ikki greitt, hvør av teimum hevur størri veiðivirðið.

Góðir túrar
Tað eru brøðurnir, Líggjas og Beth­­uel Johannesen, sum skift­ast um at føra Klakk, ið teir eiga saman við JFK-Troli.
Líggjas Johannesen letur rím­i­liga væl at fiskiskapinum í ár, men hann heldur, at fisk­a­prís­ir­nir kundu havt verið betri.
– Vit hava ikki verið í Ný Found­landi í ár, men vit hava gjørt tveir hampiliga góðar túr­ar í Eysturgrønlandi. Har­aft­rat hava vit eisini havt størri kvotu í íslendskum sjógvi í ár.
Líggjas Johannesen sigur, at Klakk­ur eisini hevur gjørt nakrar góðar túrar undir Før­oy­um.
– Fyrr í heyst høvdu vit tveir túrar á góð 200.000 pund undir Føroyum, og síð­an høvdu vit ein túr á umleið 170.000 pund, sigur skiparin.
Brøðurnir, Líggjas og Beth­uel Johannesen í Klaks­vík, keyptu herfyri sam­an við JFK-Troli norska fryst­i­lín­u­skip­ið Urvaag. Skipið, sum vænt­andi verður klárt til fiski­skap umleið hálvan jan­uar 2014, kemur í flotan fyri núverandi Klakk, sum ann­ars er fiskikongur í ár.