Klakkur aftur roktúr undan Eysturgrønlandi

Línuskipið Klakkur hevur aftur gjørt ein sera góðan túr undir Eysturgrønlandi. Teir hava roynt eina lítla viku og hava umleið 230.000 pund í lastini. Nógv tann størsti parturin, góð 200.000 pund, er toskur, skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðu síni.

Hetta er annar roktúrurin hjá Klakki undir Eysturgrønlandi í summar. Tann fyrri var í juli, og tá fingu teir 220.000 pund í hálvt sætta samdøgur. Eisini tann túrin var meginparturin toskur.

Líggjas Johannesen hevur ført Klakk báðar túrarnar undir Eysturgrønlandi.