Fiskimálaráðið, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur evstu ábyrgdina, er nú klagað til Løgtingsins umboðsmann.
Tað er Óla Jákup Kristoffersen, sum hevur klagað Fiskimálaráðið fyri Hanus Hansen, reiðara á Nærabergi og Slættabergi.
Og tað ger hann tí at nú hava tey bæði skipini mist veiðiloyvi eftir svartkjafti, tí tey høvdu fingið veiðiloyvini hjá tveimum línuskipum.
Óla Jákup Kristoffersen heldur, at tað er málviðgerðin er so út av lagi illa handfarin, at tey klagað til Løgtingsins Umboðsmann.
Og tey heita á Umboðsmannin um at viðgera málið skjótt so at ein avgerð kann fyriliggja áðrenn 26. juni, áðrenn loyvini ganga út.
– Málsviðgerðin er so burturvið, at í roynd og veru er tað ringt at finna nakað, sum er gjørt rætt, sigur sakførarin.
– Vit hava onga grundgeving fingið, vit fingu ikki málið til hoyringar, áðrenn avgerðin varð tikin og vit hava onga kæruvegleiðing fingið, sigur hann.
Hann sigur, at tískil verður klagan nú send Løgtingsins Umboðsmanni og tá ið ein niðurstøða er komin, taka við støðu eftir tí, sigur Óla Jákup Kristoffersen.










