Træverkini blivu væl testaði við Margáir í Streymnesi í dag, tá EB/Streymur og NSÍ leiktu javnleik 0-0. Serliga var tað NSÍ, sum átti størra lutin av skotunum, ið raktu træverkið.
Toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen heldur, at NSÍ var tað betra liðið teir fyrstu 75 minuttirnar, og hann iðrar seg um, at hann sjálvur og liðfelagarnir ikki høvdu marginalarnir við sær, tá teir raktu træverkið hjá EB/Streymi.
Gert Hansen hjá EB/Streymi viðgongur, at tað sá ikki gott út hjá teimum størra partin av dystinum, men hann undirstrikar, at EB/Streymur sanniliga eisini hevði nakrar risastórar málmøguleikar, sum kundi givið teimum øll trý stigini.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Klæmint Olsen og Gert Hansen søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.