Støðutalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð, tá ið B36 í dag fær vitjan av NSÍ. Uppflytararnir í Runavík hava 37 stig, og B36 hevur 32 stig. B36 hevur verið fyrr í ár verið tvær ferðir í Runavík og spælt landskappingardyst.
Í fyrra førinum vann NSÍ á summarmála 1-0 við máli, sum Klæmint A. Olsen skoraði.
Í seinna førinum var B36 á sigurskós, tá ið tað eftir lítlari løtu eydnaðist at skora tvey mál. Málskjúttar í 33. og 38. minutti vóru Zean Dalügge og Marius Kryger Lindh.
So var tað, at NSÍ svaraði aftur í seinna hálvleiki. Steffan A. Løkin minkaði um munin í 70. minutti, og tríggjar minuttir seinni var tað Klæmint A. Olsen, sum javnaði til 2-2.
Í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið vann B36 3-2 á heimavølli. Ta ferðina var B36 frammanfyri 2-0, áðrenn NSÍ svaraði aftur og Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál og so var 2-2. Í longdu leiktíðini skoraði Marius Kryger Lindh sigursmálið. Hini B36 málini skoraðu Zean Dalügge og Marius Kryger Lindh.
Í dag verður Klæmint A. Olsen ikki á NSÍ liðnum í Gundadali, tí hann er leikbannaður. Búi Egilsson er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Viktor Agardius og Mirz Mujcic eru førir fyri at spæla.
Hjá NSÍ hevur tað verið nógv upp og niður. Tað hevur gingið væl á heimavølli og ikki so væl á útivølli. Eftir 3-0 heimasigur ímóti Skála, tapti NSÍ 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, so endaði tað við 3-2 heimasigri ímóti HB, og fyri tveimum vikum síðani tapti NSÍ 3-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Síðani summarsteðgin hevur B36 vunnið tríggjar ferðir og tapt tvær ferðir. Tapini hava verið ímóti Víkingi á heimavølli, og sigrarnir hava verið á útivølli ímóti EB/Streymi og ÍF og á heimavølli ímóti B68.
Hjá B36 eru Thomas Lillo, Michal Przybylski og Benjamin Heinesen langtíðarskaddir.
B36 – NSÍ: Mohammed Hafezi úr Norra kl. 15.00.