Klæmint A. Olsen hevur í kvøld saman við liðfeløgunum í Breiðablik skriva íslendska fótbóltssøgu.
Breiðablik vann í kvøld 1-0 á norðurmakedonska liðnum, Struga í seinna Europa Conference League Play Off dystinum. Breiðablik vann 1-0 á útivølli, og vann sostatt ein samlaðan 2-0 sigur.
Breiðablik er fyrsta íslendska liðið nakrantíð, ið vinnur seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.
Viktor Karl Einarsson skoraði sigursmálið fyri Breiðablik longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.
Klæmint var á vøllinum í 75 minuttir áðrenn hann var skiftur út.
In.fo ynskir Klæminti og liðfeløgunum tillukku við bragdinum og søguskrivingini.
HER ber til at síggja sigursmálið hjá Breiðablik:
##med2##