Hetta er møguleikin hjá Klæminti var yvirskriftin fyrrapartin. Tá varð sipað til, at samantalda máltalið hjá NSÍ liðformanninum higartil í ár ikki hevur verið so stórt, sum tað plagar at vera, og at Klæmint ofta hevur skorað nógv mál á heimavølli, tá ið lið, ið eru niðari á støðutavluni, hava vitjað í Runavík.
Í dag var TB gestur við Løkina. NSÍ vann 7-2 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki. Klæmint A. Olsen skoraði trý mál fyrsta lítla hálva tíman, og hann kundi havt skorað eitt aftrat undan steðginum. Í Klaksvík misnýtti hann brotsspark, og tá ið NSÍ í dag fekk brotsspark fimm minuttir undan steðginum, tók Mikkel Elbæk Jakobsen sær av tí, men eisini hann misnýtti.
Tá ið ein lítil tími var farin, var Klæmint aftur á rætta stað í røttu løtu og skoraði til 5-1. Mórits Heini Mortensen átti uppleggið. Nú hevur Klæmint skorað 13 mál, og hann er millum fimm teir bestu málskjúttarnar.
Aron Knudsen, sum legði upp til 2-0 málið, skoraði til 4-1. Tá åatti Mikkel Elbæk Jakobsen uppleggið.
Tveir av innskiftu spælarunum skoraðu tvey tey síðstu NSÍ málini. Innskifti Atli Djurhuus Petersen økti til 6-1 eftir upplegg frá innskifta Jørgen Nielsen. Hetta er fyrstu ferð, at 20 ára gamli Atli D. Petersen er málskjútti í bestu deildini. Innskifti Tróndur Jensen staðfesti í tíðini, sum dómarin legði aftrat, trivaliga 7-2 sigurin. Aftur hesaferð átti Mórits Heini Mortensen uppleggið.
TB hevur fyrr í ár megnað 2-2 á Toftum og 2-2 í Fuglafirði. Aftur í dag skoraði TB tvey mál. Samudeen Musah minkaði fýra minuttir eftir steðgin um munin til 3-1. Tá átti Nikolei Johannesen uppleggið. Í fjør skoraði Samudeen Musah eitt mál, og í dag skoraði hann fyrsta málið í ár. Sascha Schmaiz minkaði um munin til 6-2. Hetta var fimti dysturin hjá honum í TB troyggjuni, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
-Hjá okkum ráddi tað um at koma aftur á rætta sporið, eftir at vit hava tapt seinastu ferðirnar. Vit skoraðu sjey mál, og tað kunnu vit ikki vera misnøgdir við. TB beit frá sær í seinna hálvleiki, og tað var eftir góðar málmøguleikar, at teir skoraðu tvey mál, sigur NSÍ venjarin Bill Jacobsen.