Klæmint A. Olsen var skiftur inn á vøllin tá 62 minuttir vóru farnir av grannauppgerðini í Kórinn-høllini í Kópavogi millum HK og Breiðablik.
Liðið hjá Klæminti, Breiðablik var aftanfyri 2-4 tá Klæmint kom á vøllin. Tað eydnaðist ikki Klæminti og liðfeløgunum at venda gongdini, og endin var, at teir mátt leggja rygg til eitt 2-5 stórtap sum kemur illa við í toppstríðnum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tá 74 minuttir vóru farnir hevði Klæmint eina góða roynd til at minka um munin til 3-4, men málverjin hjá HK, Arnar Freyr Ólafsson bjargaði meistarliga.
Breiðablik er nummar trý í deildini við 24 stigum. Sjey stig eru upp til Víking Reykjavík, ið hevur spælt ein dyst færri enn Breiðablik.
Komandi týskvøld skal Breiðablik á heimavølli spæla dyst í Champions League undanundankappingini móti Tre Penne úr San Marino.
HK 5 - 2 Breiðablik
1-0 Örvar Eggertsson ('26)
1-1 Stefán Ingi Sigurðarson ('35)
2-1 Atli Hrafn Andrason ('38)
3-1 Arnþór Ari Atlason ('47)
3-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('60)
4-2 Atli Arnarson ('62)
5-2 Brynjar Snær Pálsson ('90)