Klæmint og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

Breiðablik fekk bert javnleik móti Stjörnuni á heimavølli

Klæmint A. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik spældu javnleik 1-1 á heimavølli mót Stjörnuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Stjarnan kom á odda 1-0 tá 62 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá 78 minuttir vóru leiktir javnaði Jason Daði Svanþórsson til 1-1.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hevði Klæmint ein risastóran málmøguleika at skora sigursmálið fyri Breiðablik, men Árni Snær Ólafsson í málinum hjá Stjörnuni bjargaði meistarliga.

 

Breiðablik er nummar trý í deildini við 34 stigum. Sjey stig eru upp til Víking Reykjavík, ið hevur spælt ein dyst færri enn Breiðablik.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Breiðablik í Parkini móti Keypmannahavn í seinna undankappingardystinum í øðrum umfarinum í Champions League. FCK er á odda 2-0 frá fyrra dystinum.