Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, hevði eina trupla avgerð at taka, tá ið hann skuldi við A-landsliðnum til Finnlands leygarmorgunin. Kona hansara var nevniliga við barn og hevði gingið yvir tíð, tá ið farið var avstað.
Hann tók kjansin og fór við landsliðnum. Klæmint, sum byrjaði inni í 1-0-tapinum í Helsinki, var aftur í Føroyum týsdagin, og heppið fyri hann, so hevði konan framvegis ikki átt. Hann vildi sjálvsagt gjarna vera til staðar, tá ið fyrstfødda barnið kom í verðina.
Og tað náddi hann. Seint seinnapartin í gjár gjørdust hann og konan foreldur at einari gentu, sum vigaði 3325g og var 51cm.
Í Finnlandi vóru tað tríggir í føroyska hópinum, sum skuldu gerast pápar um stutta tíð. Erling Jacobsen gjørdist pápi fyri aðru ferð meðan hann var burturi, og væntandi verður eisini Pól Jóhannus Justinussen pápi um stutta tíð.