Tolin trívst. Tað er væl kent orðatak, og tað verður aftur og aftur staðfest.
Eitt dømi um hetta er metmaðurin í landskappingini Klæmint A. Olsen, sum í landskappingini hevur skorað fleiri mál enn nakar annar, og sum á landsliðnum er toppskjútti saman við Rógva Jacobsen.
Í fótbóltsárbókini, sum Miðlahúsið í vikuni gav út, er Klæmint A. Olsen aftur í ár kosin at vera profilurin á liðnum hjá NSÍ. Um hann verður skrivað soleiðis:
Síðani 2007 hevur Klæmint A. Olsen, sum 17. juli fylti 31 ár, spælt 348 dystir í bestu landskappingini og skorað 221 mál. Tað er met, og tað er merkisvert, at metmaðurin øll árini hevur umboðað barndómsfelagið. At tolin trívst er Klæmint staðfesting av. Bæði í 2007 og 2008 varð hann skiftisspælari. Tá varð hann innskiftur ávikavíst fimm og níggju ferðir, uttan at hann skoraði nakað mál. Í 2009 var hann við í 23 dystum, og tá var hann 10 ferðir millum teir fyrstu ellivu og skoraði trý mál.
Í 2010 var Klæmint við í 25 dystum – fastur maður – og tá var hann hvørja ferð millum teir fyrstu ellivu og skoraði 11 mál. Hvørt ár síðani 2011 hevur Klæmint verið toppskjútti í NSÍ. Tað var hann eisini í 2021, tá ið tað leingi var striltið við málskjótingini hjá bæði NSÍ og Klæminti, sum gekk undan og endaði við at skjóta 16 mál. Hóast hann skoraði fyrstu ferð á landsliðnum í 2019, so var máltalið á landsliðnum í 2021 komið uppá tíggju, ið er met.
Klæmint A. Olsen hevur spælt 45 landsdystir. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 7. september í 2012, tá ið Føroyar í HM undankappingardysti á útivølli ímóti Týsklandi taptu 3-0. Dysturin varð spældur á AWD Arena í Hannover, og Klæmint loysti fimm minuttir undan dystarloki Jóan Símun Edmundsson av.