Sendingin "Gullradio" hjá Rás2 var eisini á gátt hjá manninum, sum er kendur sum "Mister B36", Klæmint Matras, sum enn býr í Fútalág 16. Skjótt fer Klæmint at flyta inn á Heygnum Mikla. Eini hús hann sjálvur byggir.
Klæmint viðgongur, at tað var strævið at koma í gongd aftur, aftaná at hava verið burtur frá toppfótbólti í hálvtannað ár. Undan kappingarbyrjan var hann so illa fyri, at hann var fullkomuliga flatur, aftaná ein dyst í klaksvíkskappingini. Klæmint heldur tó, at hann kom í form til seinnu hálvu.
Klæmint stórfegnast um 10. meistaraheiti hjá B36, og tað fjórða hann hevur vunnið sjálvur. Tó tori hann ikki at siga enn, um hann tekur enn eitt tørn fyri effoliðið hjá B36 komandi kappingarárið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Klæmint Matras, sum var í gullradio.