Hóast málverjin hjá Skála, Suni Ernstsson, varð skrásettur fyri sjálvmál í 1-0-málinum hjá NSÍ hin 23. mars, so er dómurin nú broyttur soleiðis, at Klæmint A. Olsen hevur fingið málið. Hann skeyt harvið hattrikk.
Fríggjadagin fekk kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum umsitur dómaraseðlarnar og tess skrásetingar, teldupost frá Rúna Gaardbo, dómara í dystinum, um, at dómarabólkurin eftir nærri prát var komin ásamt um, at Klæmint A. Olsen skuldi skrásetast sum málskjútti.
Hetta tók kappingarnevndin til eftirtektar og Klæmint A. Olsen, sum gjørdist toppskjútti í Effodeildini í fjør, er nú skrásettur fyri málið. Hann hevur harvið skotið seks mál í Effodeildini í ár og er greiður toppskjútti.
Tað eru ongar orðingar í fótbóltslógini, hvørki útgávuni hjá FIFA ella FSF, sum gera greiðu á nær eitt mál skal skrásetast sum sjálvmál. Nøkur einstøk lond hava tó ásett nakrar leiðreglur í sambandi við tulkingina av einum sjálvmáli, men í Føroyum, londunum rundan um okkum og í mongum øðrum londum við er reglan tann, at dómarin sjálvur metir um hvat er sjálvmál og ikki.
Vit frætta úr FSF, at tað møguliga kann koma upp á tal at fáa nakrar niðurskrivaðar leiðreglur um nær sjálvmál skal skrásetast.