Klæmint A. Olsen hevur tíverri ikki fingið nakra spælitíð tveir teir fyrstu dystirnar hjá Breiðablik í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Men í annaðkvøld klokkan 19 fær Klæmint møguleikan at vísa hvør dugur er í honum, tá Breiðablik á útivølli spælir dyst í íslendsku steypakappingini móti Fjölnir úr næstbestu deildin.
Óskar Hrafn Þorvaldsson, høvuðsvenjari hjá Breiðablik hevur longu kunngjørt hópin, og tað stendur greitt, at Klæmint verður í byrjannaruppstillingini, og so vóna vit øll heima í Føroyum, at hann aftur finnur netmeskarnar.
Við Morgunblaðið sigur Óskar Hrafn Þorvaldsson, at higartil hava Stefán Ingi Sigurðarson og Eyþór Aron Wöhler verið valdir framum Klæmint. Óskar Hrafn Þorvaldsson sigur, at Klæmint má bara bíta í tað súra eplið, venja hart og nógv. Óskar Hrafn Þorvaldsson sigur, at til tvey fyrstu umførini í Bestudeildini eru tað teir 18 leikararnir, ið hava víst mest, ið hava verið tiknir út til hópin, og enn hevur ikki verið rúm fyri Klæminti í hópunum, ið eru tiknir út til dystirnar í Bestudeildini.
Men nú fær Klæmint so møguleikan at vísa sítt virði í annaðkvøld klokkan 19.