Klæmint er við

Toppskjúttin í Effodeildini er við í ferðalagnum, sum hevur sett kós ímóti Helsinki.

Tað hevur verið ivasamt, um Klæmint A. Olsen skuldi fara við landsliðshópinum til Finnlands, har EM-undankappingardystur er á skránni mánakvøldið. Orsøkin er, at kona hansara er við barn og var sett til at eiga fyrradagin.


Klæmint hevði boðað frá, at hann ikki fór við til Finnlands, um kona hansara framvegis ikki hevði átt. Støðan broyttist tó eftir at Jóan Símun Edmundsson fekk reyða kortið í dystinum ímóti Norðurírlandi í gjárkvøldið, tí nú er møguleiki fyri, at Klæmint skal byrja inni.

 

Hann skuldi tískil taka eina trupla avgerð. Í gjárkvøldið segði hann, at hann ikki hevði tikið eina avgerð um hann skuldi fara við ella ikki. Men í morgun varð avgerðin tikin, og Klæmint A. Olsen var við í ferðalagnum, sum í morgun setti kós ímóti Helsinki.