Nú er tað greitt, at NSÍ verður annað liðið í finaluni í fótbóltskappingini, sum Venjarafelagið skipar fyri í Gundadali ídag. Í hálvfinaluni millum NSÍ og ÍF vann NSÍ 3-0. At Klæmint A. Olsen, sum hevur verið toppskjútti trý tey seinastu árini, framvegis hevur góða máltevið staðfesti hann við at skora hattrikk.
Klokkan 17 fór bólturin á rull í hinari hálvfinaluni, sum er millum HB og Víking. Finalan verður klokkan 17.45.
TB vann 2-0 á Skála í uppgerð um 5. og 6. plássið. Í dystinum um at sleppa undan 8. plássinum endaði tað 1-1 millum KÍ og B36, og so fóru spælararnir undir brúsu uttan at avgera við brotssparkskapping. Lukasz Cieslewicz setti hol á fyri B36, og Niels Pauli Danielsen javnaði fyri KÍ.