Klæmint er favorittur

Næstu avbjóðarnir hjá NSÍ liðformanninum eru Páll A. Klettskarð og Leif Niclasen

Ovast á máltindinum undan 27. og síðsta umfarinum í Effodeildini er Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað 19 mál. Næstu kappingarneytarnir hjá NSÍ liðformanninum fyri at sleppa upp á sjálvan máltindin eru Leif Niclasen í EB/Streymi og Páll A. Klettskarð í KÍ. Teir hava báðir skorað 17 mál.

Tað er millum hesar tríggjar, at kappingin um at enda ovast á máltindinum í dag er. Aftanfyri teir tríggjar lúrir Finnur Justinussen í Víkingi, sum hevur skorað 16 mál.

Sambært støðutalvuni, so er tað Páll A. Klettskarði, ið hevur besta møguleikan at skjóta mál í dag, meðan torførasta uppgávan bíðar Klæminti A. Olsen.

Páll A. Klettskarð skal spæla ímóti 07Vestur verjuni, sum hevur latið 63 mál fara ígjøgnum. Meistararnir í HB hava latið 30 mál fara ígjøgnum. AB verjan, sum Leif Niclasen skal royna seg ímóti, hevur 45 ferðir verið í egnum neti eftir bóltinum, og TB verjan, sum Finnur Justinussen skal spæla imóti, hevur 47 ferðir verið í egnum neti.

 

Máltindurin undan síðsta umfari

Klæmint A. Olsen

19

Leif Niclasen

17

Páll A. Klettskarð

17

Finnur Justinussen

16