Klæmint: Eitt ógvuliga slakt avrik (FM1)

(FM1) Hoyr Martin Tausen hjá 07 Vestur og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ seta orð á 1-0 sigurin hjá 07 Vestur við Løkin í Runavík

##med2##

 

Fyri aðru ferð hetta kappingarárið hevur 07 Vestur vunnið á NSÍ. Hesaferð við 1-0 sigri við Løkin í Runavík. Sigursmálsskjútti hjá 07 Vestur í kvøld gjørdist Jasper van der Heyden. 

 

NSÍ – 07 Vestur 0-1 (0-0)

 

0-1: Jasper Van Der Heyden (72.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Martin Tausen hjá 07 Vestur og liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. 

 

-Tað sást, at hetta var fyrsti dystur eftir summarsteðgin, men vit eru sera væl nøgdir við hugburðin og avrikið. Tað eydnaðist at halda teimum frá at vinna upplagdar málmøguleikar, segði Martin Tausen.

 

Klæmint A. Olsen var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá NSÍ, og at standa við ongum stigi aftaná dystin móti 07 Vestur í kvøld. 

 

 

 

Samrøður: Martin Tausen og Klæmint A. Olsen

Samrøður: Martin Tausen og Klæmint A. Olsen