Klæmint: Eg eri tann sami aftaná dystin

Klæmint A. Olsen hevur tangerað metið hjá Rógva Jacobsen, men hann er tann sami enn

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Klæmint Andrasson Olsen skoraði í kvøld sítt 10. mál fyri manslandsliðið. Við hesum hevur hann tangerað metið hjá Rógva Jacobsen, sum mest skorandi spælarin í føroyskari landsliðssøgu.

 

- Tað er ikki nakað eg hugsi nógv um. Kanska tá eg gevist eina ferð, so fari eg at hugsa um tað. Eg eri tann sama aftaná dystin, sigur Klæmint A. Olsen róligur á málinum.

 

Hann hevur eina vón um, at røkka einum landsliðsmáli afturat, men tað er ikki tí hann hugsar um metið, men heldur tí hann vil hjálpa liðnum.