Klæmint ætlar sær við landsliðnum

Landsliðið: Mánadagin verður landsliðsúttøkan og toppskjúttin væntast klárur

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Klæmint A. Olsen skorar til 2-2 móti Ísrael og tangerar metið hjá Rógva Jacobsen

Mánadagin fer Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum, at seta navn á teir spælararnar, sum skulu við á venjingarleguna í Gibraltar og Spania. Klæmint A. Olsen er eitt mál frá at taka metið hjá Rógva Jacobsen, og hann verður væntandi við.

 

Liðskiparin hjá NSÍ var ikki við í fyrsta umfarinum, tá NSÍ vann 4-3 á EB/Streymi. Hann hevur ein fibur í tjúkkanum, men sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at hann væntar at verða klárur til landsliðsdystirnar.

 

Ein maður, sum ikki verður við, er Brandur Hendriksson. Helsingborg IF hevur í dag boðað frá, at skálvíkingurin skal undir skurð fyri álvarsligan knæskaða, og væntast ikki at spæla aftur í 2022.

 

Leygardagin 26. mars klokkan 17:00 spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16:00 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania. FM1 er við á ferðini og sigur frá dystunum.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Klæmint A. Olsen skorar til 2-2 móti Ísrael og tangerar metið hjá Rógva Jacobsen