Klæmint A. Olsen: Liðavrikið framum málmet

FM1: Rituvíkingurin vektar eitt liðavrik framum 11. landsliðsmálið

##med2##

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Føroyska manslandsliðið skal í annaðkvøld spæla fyrsta dystin í nýggju Nations League kappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi, Litava og Luksemborg. Hópurin fór avstað mánamorgunin og hevur vant í Antalya.

 

- Fyrireikingarnar hava verið í topp. Gistingarhúsið var framúr og venjingarvøllurin var í túninum. Tað er stórur munur at koma úr Føroyum og niður í 25 hitastig. Fyrstu tíðina fært tú andaneyð bara tú fert út, men tað er stórur munur til seinastu venjingina, sum vit høvdu. Hitin er ikki eitt eins stórt fokuspunkt nú, sigur Klæmint A. Olsen.

 

Øll eygu eru vend móti søguliga toppskjúttanum í føroyskum fótbólti, sum er eitt mál frá at eiga landsliðsmetið einsamallur. Hann hugsar tó bara um liðavrikið fyrst.

 

- Nú fáa vit at síggja, um eg komi at spæla ella ikki. Fái eg nakrar minuttir, so er møguleikin har, men eg havi ikki hugsað tankan. Vit eru her, fyri at avrika saman, og um eg fái mál nummar 11, tað má bara koma um tað kemur, sigur Klæmint A. Olsen, ið væntar sterka mótstøðu.

 

- Tað, sum vit hava sæð til Turkaland, so er tað eitt væl sterkari lið, enn tað vit hava møtt í Nations League fyrr. Tað er stór mótstøða, men vit fara at spæla okkara kjans. Vit skulu í hvørt hava eitt gott avrik. Viðvíkjandi stigum, so mugu vit síggja hvussu dysturin gongur, men vit fara altíð eftir stigum – tað gera vit eisini í morgin, sigur Klæmint A. Olsen.

 

Landsliðið spælir fyrsta dystin í hesi Nations League kappingini leygarkvøldið klokkan 19.45. Dysturin er móti Turkalandi á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum, ið tekur um 17 túsund áskoðarar.